Tveir dagar á rað hevur løgreglan í Eysturoy kannað ferðsluna í Eysturoynni og har eru fleiri bilførarar tiknir. Mánamorgunin fingu seks bilførarar bót upp á ein góðan tíma - og fleiri av teimum fingu bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu. Men harafturat fekk ein bilførari eisini bót fyri at koyra við ongum koyrikorti, tí hann hevði nevniliga longu mist tað.
Í gjáramorgunin gjørdi løgreglan aftur ferðslukanningar í Eysturoynni. Í hesum umfari vóru teir á vegnum í tveir tímar og aftur hesa ferð fingu sjey bilførarar 1.000 krónur í bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu. Men aftur í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti – og tað vísti seg at vera tann sami, sum varð tikin í fyrramorgunin, og sum altso hevur mist koyrikortið.
Fyrstu ferð, ein verður tikin fyri at koyra bil í frádømingartíðini, er bótin 5.000 krónur og aðru ferð er bótin 6.000 krónur, so hesi báðir dagarnir hava kostað bilføraranum 11.000 krónur. Verður ein bilførari tikin fleiri ferðir fyri at koyra í frádømingartíðini, kann hald verða lagt á bilin og tað kann eisini endað við eini fongsulsrevsing.