Tikin fyri at koyra í frákenningartíð

Minsta bótin fyri at koyra við ongum koyrikorti er 5000 krónur.

 

Løgregla hevur gjørt málrættað átak í Eysturoy, har kannað varð, um bilførarar hava koyrikort.

 

- Vit vóru í eini øki í Eysturoy, har bilførarar áður eru tiknir fyri at koyra í frákenningartíð.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at í kanningunum varð ein bilførari tikin fyri at koyra í frákenningartíð.

 

Minsta bótin fyri at koyra við ongum koyrikorti er 5000 krónur.

 

Men, bótin kann vera minni, um talan er um næming ella fólk við lítlari ella ongari inntøku.

 

Í Havn tók løgreglan eisini ein førara, sum koyrdi á tí, tey rópa bygnaðarbroyttari knallert.