Tikin fyri at fýlast at kongshúsinum

Í Saudiarabia hevur løgreglan handtikið løgfrøðiprofessaran Mohammed al-Abdulkarim, tí hann hevur skrivað eina atfinningarsama blaðgrein um ta saudiarabisku kongsættina. Enn hevur hann tó ikki fingið at vita, hvat hann formliga er skuldsettur fyri, ella hvat hann møguliga verður ákærdur fyri.

Professarin skrivaði greinina á eina atfinningarsama heimasíðu, har hann setti fleiri spurnartekin við støðuna hjá kongsættini í samfelagnum, og hvussu hesi viðurskifti ávirka samfelagið sum heild.

Vanliga fara saudiarabisku myndugleikarnir harðliga fram ímóti teimum, sum finnast at kongsættini, men teir hava kortini ikki stongt ta atfinningarsomu heimasíðuna, skrivar AFP.