Tikin fyri aðru ferð

Mánadagin tók norska sjóverjuskipið "Tromsø" russiska trolaran "Kapitan Gromtsev" uttan fyri Troms, tí skiparin hevði ikki skrivað rættar upplýsingar í veiðidagbókina.

Sjóverjuskipið kom fram á trolaran sunnukvøldið og setti menn umborð at kanna, um alt var, sum tað átti at vera. Eftirlitsmenninir komu eftir, at skiparin hevði skrivað góð 22 tons minni av toski í dagbókina, enn skipið hevði fiskað. Tí fekk russiski trolarin boð um at fylgja við sjóverjuskipinum inn til Tromsø.

Hetta er aðru ferð, at "Kapitan Gromtsev" er tikin fyri brot á norsku veiðireglurnar. Fyrru ferð var í mei í 2002, tá trolarin fiskaði á einari stongdari leið sunnan fyri Bjarnoynna.