Um 04-tíðina síðstu nátt tók løgreglan ein mann, sum koyrdi fullur á knallert í Havn.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at maðurin verður skuldsettur fyri at koyra við kenning.
- Blóðroynd er tikin, og tá vit vita promilluna, fær maðurin eina bót svarandi til promilluna, sigur vaktleiðarin.
Spurdur, um fólk, sum koyra ávirkað á knallert, kunnu missa koyrikortið til bil, um tey hava tað, sigur vaktleiðarin, at tað gera tey ikki.
- Tað ávirkar ikki koyrikortið til bil, um fólk ditta sær at koyra á knallert við kenning, sigur vaktleiðarin.
Viðhefta mynd hevur einki við hendingina síðstu nátt í havnargøtum at gera.