Tikin eftir ferðsluóhapp

Løgreglan fekk um hálvgum eitt tíðina í nátt eina fráboðan um, at tveir bilar høvdu verið í einum ferðsluóhappi við rundkoyringini til gomlu innkoyringina til Argir, har Velbastaðvegurin, J.C. Svabos gøta og Doktara Dahls gøta møtast.


Viðkomandi, ið ringdi til løgregluna, upplýsti eisini, at annar bilførarin var rýmdur av staðnum. Løgreglan gjørdi tó skjótt av, og stutt eftir høvdu teir funnið fram til bilføraran.


- Vit høvdu góð vitnir til óhappið, so tað gekk skjótt at fáa fatur á viðkomandi. Hann blásti í ballónina, og hon vísti, at hann var langt yvir mark, so hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.