Tikin í Danmark fyri hópdráp

Danska løgreglan hevur handtikið ein 48 ára gamlan mann úr Rwanda og skuldsett hann fyri hópdráp í heimlandinum undir tí stóra fólkamorðinum har í 1994. Maðurin, sum hevur búð í Danmark síðani 2001, skal fyri rættin í Roskilde í dag, og har fer ákæruvaldið at krevja, at hann verður settur í varðhald.

Danskir løgreglumenn hava verið í Rwanda og savnað próvtilfar ímóti manninum, og ákæruvaldið hevur arbeitt við málinum síðani í summar. Sambært donskum fjølmiðlum hevði tann handtikni ein leiðandi lut í einum átaki, sum kostaði 25.000 mannalív.

Danmark hevur onga avtalu við Rwanda um at útflýggja fangar, og Danmark fer neyvan at senda mannin hagar, um ein áheitan skuldi komið haðani.

Fólkamorðið í Rwanda vardi 100 dagar og kostaði næstan 800.000 mannalív.