STARV
Andras Mortensen, søgufrøðingur og Ph.D., var starvsfólkaumboð fyri Føroya Fornminnissavn í setunarbólkinum, sum skuldi geva tilmæli til starvssetanina av nýggjum landsantikvari.
Hann er ørkymlaður um, at landsstýrismaðurin ikki fylgir tilmælinum hjá bólkinum, og hann setir spurnartekin við, hvat endamálið er við einum tílíkum bólki, tá tilmælini ikki verða fylgd.
?Setanarnevndin varð greitt tikin av ræði av landsstýrismanninum, ið noyðist at hava tikið politisk fyrilit, tá hon ikki vildi fylgja tilmælingini frá setunarbólkinum, hon sjálv hevur sett, sigur Andras Mortensen.
Hann sigur seg ikki kunna gera viðmerkingar til sjálva viðgerðina í setunarbólkinum, tí hendan er fevnd av tagnarskyldu.
?Eg dugi ikki at síggja, at hetta kann vera í tráð við setunarpolitikkin hjá landsstýrinum, sigur Andras Mortensen.
Setunarbólkurin viðgerð umsóknirnar til starvið útfrá lýsingini. Setunarbólkurin metir um hvønn umsøkjara og ger tilmæli til landsstýrismannin.
Setunarbólkurin hevði átta umsóknir at taka støðu útfrá. Ì tveimum førum varð greitt tilmælt, at Símun V. Arge skuldi setast í starv sum landsantikvar.
Fyri felagið
Andras Mortensen fer skjótast gjørligt, at boða Magistarafelagnum frá gongdini í hesum málinum, og hvør handfaringin av málinum hevur verið.
?Eg má venda mær til Magistarafelagið og spyrja, hvussu eg skal fyrihalda mær, tá eg meti, at starvsfólkapolitikkurin hjá landsstýrinum ikki verður fylgdur, sigur Andras Mortensen.
Sjálvur sigur Andras seg hava lítlan og ongan hug at luttaka í líknandi setunarbólki aftur, tá teir á henda hátt kenna seg tikin av ræði.
FAKTA
Setanarbólkurin
Ì sambandi við, at søkt varð eftir nýggjum landsantikvari varð settur ein setunarbólkur. Hesin skuldi meta um umsøkjararnar og gera tilmæli til landsstýrismannain útfrá starvslýsingini. Í setunarbólkinum vóru:
Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum
Jóannes Dalsgaard, deildarleiðari í Mentamálaráðnum
Poul Nolsøe, løgfrøðingafulltrúi í Mentamálaráðnum
Andras Mortensen, umboð fyri starvsfólki í Føroya Fornminnissavni.
Hesin bólkur gjørdi í tveimum førum tilmæli til landsstýrismannin, Annlis Bjarkhamar. Báðar ferðir varð hildið, at Símun V. Arge var best skikkaður millum teir átta umsøkjararnar.