30. august var hon handtikin umborð á B. S. Sheen, á Sandi, ákærd fyri at hava brotið grindakunngerðina og politiviðtøkurnar. Hon var leyslatin aftur sama dag, og biðin um at møta í rættinum 25. septembur.
17. septembur var unga franska gentan aftur tikin av løgregluni. Hesuferð var hon umborð á Spitfire-bátinum hjá Sea Shepherd, sum royndi at reka springararnar í Tangafirði út á hav aftur.
Céline le Diouron møtti so 25. septembur í Føroya rætti, skuldsett fyri at hava órógvað almenna reglulagið, fyri at hava roynt forða einum lógligum grindadrápi og fyri at, í samband við grindadráp, hava tikið seg inn á avbyrgt øki uttan loyvi.
Céline le Diouron greiddi frá, at hon var komin til Føroya um kvøldið 3. juli. Hon hevði sjálv goldið fyri ferðina, men annars rindaði Sea Shepherd fyri hennara steðg her í Føroyum.
- Eg eri komin higar fyri at vísa Evropa, hvat hendir við hvalunum, segði hon í rættinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, hon er við í einum átaki hjá Sea Shepherd. Hon hevur eisini tikið lut í Operation Relentless í Suðurhavinum, har Sea Shepherd er í stríð við japanskar hvalaveiðumenn.
Hon skilir seg ikki út á nakran hátt. Hon letur til at vera still og friðarlig. Men hon er tað einasta umboðið hjá Sea Shepherd, ið tvær ferðir er tikið av løgregluni.