Tann 47 ára gamli bleiv tikin um miðjan september mánað, tá ið hann júst hevði selt einum øðrum manni 100 gram av hashi á Shell-støðini í Leirvík. Maðurin bleiv tikin við 15.000 krónum uppi á sær, ið hann hevði fingið frá k eyparanum av hashinum.
Býtti hash við amfetamin
Tá ið maðurin bleiv tikin hevði hann eisini okkurt um 14 gram av hash, umframt 4,3 gram av amfetamin uppi á sær. Amfetaminið hevði hann fingið frá keyparanum av hashinum, sum afturfyri hevði fingið góð 14 gram av hash, soleiðis at keyparin tilsamans hevði fingið 114 gram av hash.
Í Føroya Rætti kom fram, at tað var heilt av tilvild, at løgreglan tók teir báðar menninar, ið keyptu og seldu hashið. Ávegis til eina aðra uppgávu kom løgreglan framvið Statoil-støðini í Leirvík og undraðist á, hvat teir báðir menninir, ið eru kenningar hjá løgregluni, gjørdu á staðnum. Teir fóru tí at kanna menninar, og tá bleiv sølan avdúkað.
Seinni sama dag gjørdi løgreglan húsarannsókn heima hjá tí 47 ára gamla, og har bleiv funnið nakað av hash, hashblandi og vektir, ið verða nýttar til at viga hash og onnur rúsevnir í sambandi við sølu.
Í einum skápi hjá tí ákærda fann løgreglan eisini ein brævbjálva við 16.000 krónum í, og hesa upphædd varð hald lagt á. Tann ákærdi segði, at hesin peningur var ein uppsparing, ið hann hevði gjørt yvir eitt longri tíðarskeið. Hesum var ákærin ikki samdur í.
Tann ákærdi maðurin játtaði seg sekan í at hava selt 100 gram av hash, at hava býtt góð 14 gram av hash um við 4,3 gram av amfetamin og at hava smáar nøgdir av hash og útgerð til at roykja hash við heima við hús.
Ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, tí at maðurin áður er dømdur fyri at hava innsmuglað góð 500 gram av hash til landið. Harumframt kravdi ákærin, at hald var lagt á tær 15.000 krónurnar, ið ákærdi hevði fingið fyri søluna av hashinum í Leirvík, og at hald var lagt á tær 16.000 krónurnar, sum vóru funnar heima við hús hjá manninum.
Dómarin dømdi mannin 30 daga fongsulsrevsing, og at hald var lagt á tær 15.000 krónurnar. Hinvegin helt dómarin ikki, at grundarlag var fyri, at hald skuldi leggjast á peningin, ið var funnin heima við hús hjá ákærda.