Tikin aftur

Fyri fýra døgum síðani flýddi drápsmaðurin Juha Valjakkala úr einum svenskum fongsli, men í gjár kom finska løgreglan fram á hann í einari íbúð í Helsingfors. Tann 41 ára gamli finnlendingurin skal sita í fongsli alt lívið, tí hann myrdi trý fólk í Svøríki tann 3. juli í 1988. Beint eftir morðini bleiv hann tikin í Danmark og sendur til Svøríkis, har hann fekk lívlanga fongsulsrevsing. Nú verður hann aftur sendur til Svøríkis - hesaferð úr Finnlandi.