Tikið nummarplátur og eitt prutl

Í gjár tók løgreglan eitt prutl í Klaksvík, sum koyrdi ov skjótt. Tað var mált til at koyra 61,2 km um tíman, sum er meira enn tað tvífalda, sum tað hevur loyvi at koyra.

 

Fyri tað missir førarin rættin at koyra prutl umframt at hann fær eina bót fyri at koyra ov skjótt og eina bót fyri at hava bygnaðarbroytt prutlið.

Í Havn var eitt lítið ferðsluóhapp seinnapartin, har tveir bilar nurtu hvønn annan, sum vakthavandi á politistøðini málber seg.

Hvørja nátt tekur løgreglan nummarplátur av bilum. Vakhavandi visti ikki talið á nummarplátum, sum vórðu tiknar í nátt, men boðini frá Akstovun eru, at løgreglan skal klippa nummarpláturnar av 571 bilum, har eigarin ikki hevur rindað vegskatt.