Hóast hvørki skúli ella skúlaheim enn eru liðug, hevur ABC-barnahjálp longu tikið 49 foreldraleys børn inn Síðani tað frættist, at ABC Children?s AID í Liberia er í ferð við at byggja skúla og skúlaheim til 500 børn nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia, eru komnar uppringingar úr øllum landinum við áheitanum um at taka foreldraleys børn inn. Hóast skúli og skúlaheim ikki eru liðug enn, hevur ABC longu tikið 49 foreldraleys børn inn. Børnini búgva í løtuni undir vánaligum og trongum umstøðum. Trýstið á felagsskapin um at taka fleiri børn inn er stórt, sigur Matthew Zakeuh, leiðari av arbeiðinum í Liberia.
Sambært metingum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC ynskir við hesi verkætlan at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum, sum yvirhøvur gjørligt, møguleika til skúlagongd, útbúgving og varandi menning.
ABC barnhjálpin ehvur aðalfund klokkan 20 í kvøld í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn, mikukvøldið 7. mai klokkan 20.00. Á fundinum verður framløga við myndum og filmsbrotum við frágreiðing frá arbeiðinum í Liberia.
Fundurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt í tíðindaskrivi.