Ein gíslatøka er í løtuni á Københavns Politigård, og sambært tíðindastovuni Ritzau eru fleiri fólk tikin gíslar inni á løgreglugarðinum.
Ekstrablaðið veit at siga, at tað er ein fangi, sum hevur tikið gíslar. Vanliga hýsir løgreglugarðurin fangum, sum krevja størri trygdartiltøk enn í øðrum fongslum.
Løgreglan í Keypmannahavn váttar fyri fjølmiðlunum, at talan er um eina gíslatøku, og at inngongdin til løgreglugarðin er avbyrgd. Sum skilst eru servandar deildir boðsendar.