Tikarin hevur størri heila enn aðrar stórar kettur, og tað er tí sannlíkt, at hann er klókasta kettan, skrivar Illustreret Videnskap. Tikarin hevur størri heila e, og tí er tað sannlíkt, at hann hevur størri dugnaskap enn aðrar stórar kettur: leyvan, leopardurin og jaguarurin, skrivar Illustreret Videnskap.
Tikaraheilin hevur 16% størri heila enn leyvan. Tað er tí, at tikarahøvdið er skapað soleiðis, at betri pláss er hjá heilanum at menna seg.
Tað eru granskarir frá University of Oxford, ið hava gjørt kanningina. Kanningarnar vístu longd om rúmd á skallanum. Leyvur, jaguarar og leopardar hava líka stóran heila, um ein hyggir eftir støddini av djórinum, meðan tikarin hevði pláss fyri fleiri gráum kyknum.
Granskararnir eru ovfarnir av hesum, tí at tað altíð hevur verið hildið, at sosiala leyvan hevur størri heiladugnaskap enn tikarin, ið livir einsamallur. Sosialar eginleikar og stødd av heilanum hava tískil einki samband. Granskararnir vita, at stórar kettur hava ein felags ættarfaðir, ið livdi fyri 3,7 milliónum árum síðan, men teir vita ikki, hví tikarin hevur størri heila í dag.