Tijani var dagsins maður

1. DEILD: Øll málini vórðu skorað fyrsta korterið, tá ið sandoyingar allan seinna hálvleik vóru undirmannaðir í Gundadali

Í 2011 ella fyri 12 árum síðani var Tijani Mohammed fyrstu ferð á Sandi og spældi við B71.

 

Hann spældi aftur við B71 í 2012 og við Giza Hoyvík í 2017, og síðani 2018 hevur hann verið fastur maður á liðnum hjá B71.

 

Í dag var hann fyri 156. ferð – sambært faroesoccer.com – á besta liðnum hjá B71, og hann gjørdi aftur í dag stóran mun. B71 var í Gundadali og spældi ímóti teimum næstbestu hjá B36, og tað endaði við 2-1 B71 sigri.

 

Øll trý málini vórðu skorað, áðrenn eitt korter var farið. Tijan Mohammed setti hol á í 5. minutti, og tveir minuttir seinni javnaði Bartal Páll Klein til  1-1. Hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Bartal Páll Klein var málskjútti á næstbesta B36 liðnum.

 

Tijani Mohammed skoraði sigursmálið í 13. minutti.

 

Fýra minuttir undan steðginum sá Kristian Krog Hentze hjá B71 gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru sandoyingar undirmannaðir í 50 minuttir. Men tað eydnaðist at halda tørn, og so var fyrsti sigurin í 2023 veruleiki hjá B71. Í fyrsta umfari tapti B71 2-0 á heimavølli ímóti Skála.

 

Skírisdag fer B71 at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Í fyrsta umfari vann B36 3-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi.

 

Skírisdag fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi.