Útihýst av føroysku sjúkrahúsunum

? Tað er ikki rætt, at tað er so ómetaliga trupult, at manna røktarstørvini á sjúkrahúsunum, sum tað verður sagt. Tað einasta, sum skal til, er, at gamlir fordómar verða sleptir, sigur Fríbjørg Jacobsen, formaður í Sjúkrahjálparafelagnum

Í farnu viku ljóðaði neyðarróp av Landssjúkrahúsinum í Havn: Tað var vónleyst at fáa avloysarar til sjúkrasystrastørv í summarfrítíðini. Og harafturat var tað so strævið at verða sjúkrasystir, at alt ov nógvar góvust. Avleiðingin av øllum hesum er, at tað tí er stórt trot á sjúkrasystrum.

Hesum er Fríbjørg Jacobsen, formaður í Sjúkrahjálaprafelag Føroya als ikki samd í.

? Hesin trupulleikin verður gjørdur nógv størri, enn hann í veruleikanum er.

? Tí tað einasta, sum skal til fyri at loysa ein heilt stóran part av hesum trupulleikanum, er nýhugsan, og at gamlir fordómar verða sleptir, leggur hon afturat.


Sleppa ikki framat

Hon sigur, at støðan er nevniliga tann, at tað er ein stórur, kvalifiseraður fakbólkur, sum væl er førur fyri at átaka sær heilt nógvar av teimum uppgávunum, sum sjukrasystrarnar í dag røkja.

? Men veruleikin er, at hesin fakbólkurin sleppur ikki framat nøkrum størvum á sjúkrahúsunum, sigur Fríðbjørg Jacobsen.

? Hevði hesin fakbólkurin fingið loyvi til at átikið sær størvini í sjúkrahúsum, sum hann er útbúgvin til, hevði ein stórur partur av manningartrupulleikunum verið loystur.

Tann fakbólkurin, sum Fríðbjørg Jacobsen hugsar um, eru atstøðingarnir.

?Higartil hevur áskoðanin m.a. hjá sjúkrasystrunum, verið tann, at tann einasti yrkisbólkur, sum hevur fortreytir fyri sjúkrarøkt, eru sjúkrasystrarnar sjálvar.

? Men hetta er ikki rætt, og eg haldi, at hetta er ein stór undirmeting av okkara fakbólki

? Tí tað eru ikki bara sjúkrasystrar, sum hava skil fyri røkt.

? Atstøðingarnir, sum á donskum eita ?sosial og sundhedsassistent? hava lært í tvey og eitt hálvt ár, og teir eru fult út skikkaðar at átaka sær røktaruppgávur, næstan fult á hædd við sjúkrasystrarnar.

? Tær hava eina útbúgving,sum fevnir bæði um røkt, heilivág og sálarfrøði.

? Atstøðingarnir hava bara ikki kvalifikatiónirnar at geva heilt so nógvan heilivág, sum sjúkrasystrarnar, men annars er ongin munur á. Men tær kunnu geva heilivág í ávísan mun.

? Har talan er um serdeldir, fær røktarstarvsfólkið, serliga venjing at arbeiða á tí ávísu deildini, sama um talan er um atstøðingar, sjúkrasystrar ella onnur starvsfólk

Fríðbjørg Jacobsen sigur, at trupulleikin er bara, at atstøðingarnir eru útihýstir av sjúkrahúsunum og fáa ikki størv har.

? Sjúkrahjálparar hava altíð kunna brúkst á sjúkrahúsunum.

? Men at fáa hendan nýggja bólkin, atstøðingarnar, góðkendan á sjúkrahúsunum, er púra knívskorið.

Formaðurin í Sjúkrahjálparafelagnum sigur, at hon skilir hetta ikki.

?Serliga ikki, tá ið trotið á sjúkrasystrum er so stórt, sum sagt verður.

Hon sigur, at í Danmark er støðan heilt øðrvísi. Tí har eru atstøðingarnir ein nátúrligur starvsbólkur á sjúkrahúsunum.

? Tað er enntá so, at í onkrum førum veit eg um ein atstøðing, sum er blivin deildarleiðari á einum sjúkrahúsi.

? So tað er undarligt, at tær ikki kunnu brúkast á føroysku sjúkrahúsunum.

Hon sigur, at fyrr var skipanin tann, at eitt ávíst tal av størvum av hvørjum einstakum fakbólki vóru ásett til at vera á sjúkrahúsunum, so og so nógv sjúkrasystrastørv, so og so nógv sjúkrahjálparastørv o.s.fr.

? Men tað er síðani at hendan skipanin varð tikin av, at trupulleikarnir eru farnir at stinga seg upp, og at okkara starvsbólkar hava merkt, at teir eru blivnir útihýstir av sjúkrahúsunum.


Nógvir atstøðingar

Fríðbjørg Jacobsen sigur, at tað eru heilt nógvir føroyingar, sum hava tikið atstøðingaútbúgvingina.

Fyrr var ein útbúgving, sum kallaðist sjúkrahjálpari.

Men hon er nú hildin uppat.

Ístaðin er ein nýggj útbúgving gørd, sum eitur ?Sosial og sundhedshjælper?, og sum tekur eitt ár.

Hendan útbúgvingin er ætlað fólki, sum arbeiða á ellisheimum og hjá heimarøktini.

? Men aftaná hesa útbúgvingina, ber til at lesa víðari í hálvtannað ár til ?Sosial og Sundhedsassistent?, ella Atstøðing á føroyskum.

? Hendan útbúgvingin er júst ætlað fólki, sum arbeiða á sjúkrahúsum.

? Men hóast vit lesa røkt, heilivág og sálarfrøði í hálvtannað ár afturat støðisútbúgvingini, sleppa vit í Føroyum framvegis bara at arbeiða á ellisheimum og ellis- og røktarheimum, sigur hon.

?Hetta haldi eg er rættiliga harmiligt, tí á henda hátt fæst ikki nytta burturúr útbugvingini.

? Og ikki minst hevði tað loyst ein stóran trupulleika á sjúkrahúsunum.

? Somuleiðis hevur tað týdning at fáa útbúgvingina viðurkenda, nú ætlanin er at fara undir hana í Føroyum eisini fyri at fáa fulla, samfelagsliga nyttu burturúr íløguni, sigur Fríðbjørg Jacobsen.