Á aðalfundinum fyri stuttum varð samtykt at felagið skal nú umboða øll, sum hava tørv á røkt, sama, hvussu gomul tey eru.
- Orsøkin til broytingina er, at síðani felagði varð stovnað hevur tað víst seg, at stórur tørvur er á, at felagið fevnir um øll, sum hava tørv á røkt, og teirra avvarðandi, siga tey í nevndini í Tign.
Aðalfundurin samtykti eisini, at nevndin skal skerjast úr sjey limum, niður í fimm nevndarlimir, men við tveimum nevndarlimum.
Tey, sum eru í nevndini, eru, Rúna Sivertsen, sum er forkvinna, Hanne-Dot Ludvig er næstforkvinna og Betzy Ludvig er skrivari. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Mary Antonsdóttir og Tóra Tórgarð.
- Felagið ger sína ávirkan galdandi við at varpa ljós á støðuna á røktarøkinum og úrslitið av tí er, at eldraøkið hevur fingið hægri játtan, sigur nevndin.
Samstundis er leiðslubygnaðurin í Almannaverkinum broyttur og kikarin er settur á, at talið á starvsfólkum á ellis, og røktarheimum og á sambýlum, skal beinleiðis ásetast við lóg í sambandi við eldralógina, sum skal setast í gildi í næstum.
Nevndin í Tign sigur, at næstu tíðina fer felagið serliga at virka fyri at fáa Heimatænastuna at virka betri.
Á myndini eru tey, sum manna nevndina í Tign. Tey eru, frá vinstru, Mary Antonsdóttir, Tóra Tórgarð, Rúna Sivertsen, Betzy Ludvig og Hanne-Dot Ludvig.










