Tíggu í uppskoti til Yachin-heiðurin

Mánadagin 25. november verður Ballon d’Or og heimsins besti málverji skal kjósast

Mánadagin 25. november verður Ballon d’Or bólturin latin. Samstundis skal heimsins besti málverji eisini kjósast. Millum teir tíggju, sum eru í uppskoti, er danski Kasper Schmeichel.

 

Favoritturin at vinna Yachin-heiðurin, sum er uppkallaður eftir sojvetiska málverjanum Lev Yachin, er italski Gianluigi Donnarumma. Hann bleiv kosin til besta spælara til EM-endaspælið í summar, sum Italia vann. Millum kendu nøvnini eru Manuel Neuer, Ian Oblak, Ederson, Thibault Courtois, Samir Handanovic og fyrrverandi Real Madrid málverjin Keylor Navas.

 

Av øðrum kunnu nevnast Emiliano Martinez hjá Aston Villa og Argentina. Hann var eykamálverji hjá Arsenal, áðrenn hann upp á tvey ár er farin til at verða kempa í málinum hjá Aston Villa, og hevur vunnið Copa America við Argentina.

 

Ein annar, sum hevur vunnið seg fram seinnu árini, er Edouard Mendy. Hann er málverji hjá Senegal, men tað er serliga skiftið til Chelsea, ið hevur sett hansara navn á fótbóltskortið. Hann stóð millum annað í mál, tá Chelsea vann Champions League.

 

Í uppskoti eru:

 

Thibault Courtois (Belgia, Real Madrid) - Gianluigi Donnarumma (Italia, PSG) - Ederson (Brasil, Manchester City) - Samir Handanovic (Slovenia, Inter Milan) - Emiliano Martinez (Argentina, Aston Villa) - Edouard Mendy (Senegal, Chelsea) - Keylor Navas (Kosta Rika, PSG) - Manuel Neuer (Týskland, Bayern) - Ian Oblak (Slovenia, Atlético Madrid) - Kasper Schmeichel (Danmark, Leicester)