Enska heimasíðan dailymail hevur í dag gjørt ein lista við tíggju teimum størstu vónbrotunum í verandi Premier League kappingarárið.
Felags fyri øll vónbrotini, er, at man frammanundan kappingini hevði vænta sær munandi meira, enn avrikað hevur verið.
Í vónbrotunum er bæði talan um einstaklingar, lið og onnur viðurskifti sum hava havt avgerandi ávirkan.
Listin:
10 HEIMALIÐINI: Tann ræðandi heimavøllurin sum onkuntíð fyrr hevur givið tey flestu stigini, hevur í ár ikki havt líka avgerandi týdning sum onkuntíð fyrr. Ikki eitt lið í kappingin er ósigrað á heimavølli higartil. Og einki lið hevur ikki megna ikki at vunnið á útivølli.
Talan hevur verið um 120 heimasigrar higartil í kappingini, 82 javnleikir og 102 tap til heimaliðini.
Eitt sindur merkisvert er at oddaliðið Leicester, hevur vunnið fleiri dystir á útivølli enn teir hava vunnið á heimavølli í kappingini. Tað hava Liverpool, Everton og Crystal Palace eisini gjørt.
9 ELIAQUIM MANGALA (Manchester City): Mangala er dýrasti verjuleikarin sum nakrantíð er keyptur til Premier League. At árið í fjør hilnaðist so illa, var orsakað av, at talan var um hansara fyrsta ár nakrantíð í Premier League, og at hann skuldi tilvenja seg. Men árið í ár – annað árið hjá honum - hevur verið lítið meira sannførandi fyri franska verjuleikaran.
8 CHELSEA: Á áttanda plássið eru verandi meistararnir frá í fjør, Chelsea, sum í ár ikki hevur livað upp til meistaraavrikið í fjør. Chelsea liggur í løtuni á 10’inda plássið í deildini. Av fyrrverandi Premier League vinnarum, hevur einki ár nakrantíð hilnast so illa, sum tað hevur gjørt hjá Chelsea í ár.
Eisini hevur verið stórur rumbul í Chelsea í ár. José Mourinho varð stutt undan jólum koyrdur sum venjari, meðan stjørnir frá í fjør sum Hazard, Matic, Ivanovic og Diego Costa ikki hava liva upp til støðið frá í fjør.
7 GOKHAN INLER (Leicester): Tað tykist kanska ørt at ein Leicester leikari verður funnin á topp 10 listanum fyri vónbrot, men sambært dailymail, hevur Gokhan Inler verið talan um eitt vónbrot.
Inler, sum varð mettur at vera eitt røvarakeyp, hevur einans byrja tríggjar dystir í deildini fyri Leicester og ikki verið á vøllinum í einum tí einasta minutti í 2016.
Gokhan Inler hevur í seinastuni eisini víst stóra ónøgd við at hann ikki hevur spælt í Leicester.
Men tá menn sum Danny Drinkwater, N’Golo Kanté, Riyad Mahrez og Jamie Vardy hava avrika so væl sum teir hava, er ikki lætt at koma á liðið.
6 ROBERTO MARTINEZ (Everton): Byrjaði árið við at skapa nakrar mytur um nakrar av leikarunum hjá sær, har hann setti óneyðugt trýst á. Kallaði Ross Barkley fyri tann besta enska fótbóltsspælaran nakrantíð, kallaðist Romelu Lukaku fyri tað størsta talentið í heiminum, og setti virðið á John Stones til at vera nærum eina hálva milliard krónur.
Árið hevur tó verið skuffandi fyri Everton, sum hevur tapt ikki færri enn átta dystir á heimavølli. Teir liggja á einum tólvta plássið, og eru komnir í hálvfinaluna av FA Cup, men vónirnar undan kappingini vóru til nógv meira enn tað.
5 FYSISKA AVDEILINGIN HJÁ ARSENAL: Arsene Wenger úttalaði seg áðrenn kappingina, at hetta skuldi vera árið, har nógvu skaðarnir hjá Arsenal skuldu fáa ein enda.
Men soleiðis hevur avgjørt ikki verið. Lyklaleikarar sum Santi Cazorla og Jack Wilshere hava sitið uttanfyri størsta partin av kappingini við skaða. Eisini Danny Welbeck er kortsíðani komin fyri seg eftir langan skaða, og so hava leikarar sum Petr Cech, Oxlade-Chamberlain, Aaron Ramsey, Thomas Rosicky, Francois Coquelin og Thomas Rosicky eisini verið uttanfyri við skaðum.
Ein skuldi trúð at Arsenal hevði lært av undanfarnu árunum við nógvu skaðunum, men soleiðis hevur ikki verið í ár.
4 DAVID SILVA (Manchester City): Hevur ikki funnið sítt vanliga støðið í ár, og hevur havt trupulleikar við fótliðinum. Hetta tykist eisini at vera ein av lyklaorsøkunum til at árið hjá Manchester City hevur hilnast so illa, sum tað hevur higartil í ár.
Er vorðin 30 ár, hevur mist eitt sindur av ferðini, so spurningurin er um spanski kreatørurin ikki longu hevur toppað.
3 BASTIAN SCHWEINSTEIGER (Manchester United): Skuldi vera maðurin sum skuldi stabilisera miðvøllin hjá Manchester United, soleiðis at teir komu heilt í oddin aftur.
Men soleiðis hevur ikki verið. Heldur hevur Schweinsteiger tykist seinur, yvirvektigur og alt ov ofta skaddur.
Louis Van Gaal hevur eisini úttala seg, at hann hevði vænta sær meira av týska miðvallaranum, sum í HM finaluni í 2014 var besti leikarin á vøllinum.
Men tað er helst ein grund til at Pep Guardiola læt hann skifta frá Bayern Munchen.
2 CHRISTIAN BENTEKE (Liverpool): Varð keyptur inn fyri nærum 330 milliónir krónur, og hevur avgjørt ikki livað upp til tað sum væntað.
Hevur skotið átta mál í 35 dystum fyri Liverpool, og í 2016 er talan einans blivið um tað eina málið fyri belgiska áleyparan.
Tykist lítil ivi um, at Liverpool ætlar at sleppa av við dýra áleyparan í summar.
1 EDEN HAZARD (Chelsea): Varð valdur til besta leikara í Premier League í fjør, og var ein av høvuðsorsøkunum til meistaraheitið hjá Chelsea, men hevur ikki verið til at kent aftur í inniverandi kappingarárið.
Fór væntandi at koma fyri seg aftur, eftir at Mourinho gavst í Chelsea undan jólum, men heldur ikki undir Hiddink hevur Hazard funnið gamla formin.
Hevur verið ein skuggi av sær sjálvum, og skal sambært bretskum miðlum vera á veg til Real Madrid í summar.










