Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, skal nú svara løgtingsgrannskoðarunum upp á fleiri spurningar í sambandi við fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni.
Grannskoðararnir staðfesta, at roknskapurin fyri í fjør vísir á fleiri atfinningarsom viðurskifti.
Men tað eru eisini viðurskifti, grannskoðararnir vilja hava betri lýst.
Eitt nú vísa grannskoðararnir á, at 9. oktober í fjør vísir Strandferðslan á, at játtanin ferð ikki at halda.
Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava at vita frá Johan Dahl, hvørji stig hann tók í hesum sambandi.
Víst verður somuleiðis á, at Strandferðslan fleiri ferðir hevur kunnað Vinnumálaráðið um, at játtanin fór ikki at halda.
Tí vilja løgtingsgrannskoðararnir hava at vita, nær og hvussu, Vinnumálaráðið varð kunnað um hesi viðurskifti.
Somuleiðis vilja grannskoðararnir hava at vita um Vinnumálaráðið hevur havt nakrar viðmerkingar til fráboðanirnar frá Strandferðluni.
Harafturat vilja teir hava at vita, hví Løgtingið ikki er kunnað um hesi viðurskifti.
Fyri at faa fulla greiði á støðuni, vilja Løgtingsgrannskoðararnir eisini sleppa at síggja alt samskiftið, sum hevur verið ímillum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið um fíggjarligu viðurskiftini hjá stovninum.
Somuleiðis vilja grannskoðararnir hava at vita, um landsstýrismaðurin veit, hvussu ofta grannskoðarin hevur kannað roknskapin hjá Strandferðsluni, sum hann eigur at gera regluliga.
Og at enda vilja løgtingsgrannskoðararnir hava at vita, hvussu gongdin hevur verið onnur ár, og um støðan, sum nú hevur tikið seg upp, er nýliga íkomin.
Landsstýrismaðurin hevur í mesta lagi nakrar vikur at svara spurningunum.
|