Síðstu nátt var lítið á skránni hjá løgregluni. Á tíðindafundi í morgun vóru bara tvey ting á skránni.
- Vit hava tikið 10 sett av nummarspjøldrum í miðstaðarøkinum í nátt.
Sagt varð, at nummarspjøldrini vórðu tikin, tí bilførarar ikki hava goldið vektgjald, trygging ella at tað vóru onnur viðurskifti, sum ikki vóru í lagi.
Seinastu tíðina hevur løgreglan tikið nummarspjøldur av bilum kring landið, har viðurskiftii hjá bileigarum ikki vóru í lagi.
Vaktleiðarin sigur, at tey eisini fingu eina fráboðan um ein seyð, sum lá yvirkoyrdur á landsvegnum omanfyri Kvívík.
- Hetta var ein myrkur seyður, leggur løgreglan aftrat og sipar helst til, at seyðurin kanska hevur verið ringur at sæð á vegnum.