Kyndil-VÍF 17-27 (6-11)
Kyndilskvinnur løgdu í kvøld rygg til sítt størsta tap í fleiri ár, tá VÍF var á vitjan.
10 mál vóru á muni, tá dysturin var liðugur, og veruleikin er eisini, at Kyndil sjáldan hevði nakað at siga í dystinum. Og eftir at VÍF streyk avstað seinastu 10 minuttirnar undan steðginum, var mest sum leyst og liðugt.
Myndir frá dystinum síggjast HER
Sum seinni hálvleikur leið, gjørdist munurin bara størri. Kyndil royndi at seta ferðina upp, og tær royndu at mansverja, men lítið munaði. VÍF helt fast um dystin allan vegin á mál, og nú mugu tær roknast sum alvorligur kandidatur til pláss í FM-finaluni.
Í tí stríðnum er VÍF nú tvey stig aftan fyri Kyndil, og tær gulu hava ein dyst tilgóðar. Hinvegin kann Kyndil vinna sær tvey stig afturat, um tær fáa tey bæði stigini, sum Aganevndin hevur dømt tær at vinna frá Neistanum.
---
43 min: Kyndil-VÍF 9-17 (6-11)
VÍF stevnir beina leið móti stórsigri á Hálsi í kvøld. Nú 17 minuttir eru eftir at spæla, eru 8 mál á muni, og tað eru ongar ábendingar um, at Kyndil skal koma aftur í dystin.
Tær grønu hava gjørt hópin av mistøkum, og hóast hálvskaddu Jórun Ludvig og Turid A. Samuelsen eru komnar á vøllin, vil gongdin ikki venda, og tí hevur VÍF nú av álvara melda seg aftur í stríðið um at røkka FM-finaluni.
---
Hálvleikur:
Tað er VÍF, sum er á sigurskós, nú tey eru farin til hálvleik í høllini á Hálsi í Havn.
Ferðin hevur frá byrjan verið høg, men tað hevur verið so sum so við málskjótingini. Serliga hevur Kyndil havt trupult við at fáa veruligt glið á spælið, og tá eru komnar til skot, hevur Vivian Petersen aloftast verið fyri.
Eitt langt skifti gekk á leið eins illa hjá teimum gulu at skjóta mál, men seinastu løtuna undan steðginum hava tær fingið glið á, og tær tykjast nú hava beina leið móti sigrinum.