Tiger Woods vann í Miami

Flestu av allarbestu golfleikarunum í heiminum vóru savnaðir til CA Championship kappingini, sum bleiv spæld í Miami um vikuskiftið, og enn einaferð vísti Tiger Woods, at hann er tann besti.

Annað árið á rað sigraði hann í stóru kappingini, og við sigrinum tryggjaði hann sær 7,5 mió. kr. Danski goldspælarin, Thomas Bjørn var eisini við í kappingini, og hann endaði á einum áttanda plássi eftir at hava verið heilt frammi í oddinum alla kappingina.