Tiger Woods byrjaði samstarvið við Nike í 1996, men er tað endað. (Arkivfoto). - Foto: Kevin Kolczynski/Ritzau Scanpix

Tiger Woods og Nike skiljast eftir 27 ár

Eitt av best lønandi samstørvum í ítróttarsøgun er endað eftir næstan 30 ár, upplýsir Tiger Woods.

 

Tiger Woods byrjaði samstarvið við Nike í 1996, men er tað endað. (Arkivfoto). - Foto: Kevin Kolczynski/Ritzau Scanpix

Golfspælarin Tiger Woods og klædnamerkið Nike hava steðgað eitt av best lønandi sponsorsamstørvum í ítróttarsøguni.

Eftir 27 ár við Woods sum høvuðspersóni og sponsor fyri Nike er samstarvið endað.

Tað upplýsir 48 ára gamli Tiger Woods í dag á sosialu miðlunum Instagram og X.

Tá golfspælarin var nýprofessiónellur og var mettur sum eitt komandi fyribrygdi innan golfítróttin, gjørdi hann eina fimm ára sponsoratal við klædnaframleiðarin, sum var verd 40 milliónir dollarar (270 milliónir krónur).

Avtalan millum Woods og Nike varð longd fleiri ferðir. Seinast í 2013, tá tey gjørdu eina tíggju ára avtalu, sum var mett at fera 200 milliónir dollarar verd, tað er 1.360 milliónir krónur.

Tiger Woods hevur vunnið majortitlar og hevur fleiri met innan golfítróttin.

Efitr hjúnaskilnað í 2010 hevur Woods stríðst við skaðar og hevur havt trupult við at koma aftur á støðið, hann var á áður. Í 2019 eydnaðist tað tó honum at vinna US Masters fyri fimtu ferð.

/ritzau/

 

Tiger Woods byrjaði samstarvið við Nike í 1996, men er tað endað. (Arkivfoto). - Foto: Kevin Kolczynski/Ritzau Scanpix