Amerikanska golfstjørnan Tiger Woods er nú aftur á ovastu rók á listanum við teimum 100 ítróttarfólkunum, ið hava størstu inntøkurnar.
Tað er amerikanska blaðið Forbes, sum hevur gjørt listan.
Við eini inntøku á beint omanfyri 78 milliónir dollarar í fjør er Tiger Woods farin frá einum 3. plássi til eitt 1. pláss. Serliga eru tað tær ymsu nýggju sponsoravtalurnar og ein tvífaldan av premiupengum, sum nú hava fingið hann á ovastu rók. Tað skrivar bretska BBC.
Tennisspælarin Roger Federer er komin á 2. pláss við sínum umleið 71,5 milliónum dollarum, meðan kurvabóltsleikarin Kobe Bryant liggur sum nummar trý við 70 milliónum dollarum.
Tann 38 ára gamli David Becham, sum almannakunngjørdi, at hann steðgar sum fótbóltsspælari eftir at hava vunnið meistaraheitið hetta kappingarárið við Paris Saint-Germain, hevur forvunnið 47,2 milliónir dollarar. Tað fær hann á eitt 8. pláss á listanum hjá Forbes.
Harvið er David Becham tann best lønti fótbóltsspælarin. Tveir aðrir fótbóltsspælararar, Ronaldo og Messi, eru ávíkavist nummar níggju og 10 við inntøkum áljóðandi 44 milliónir dollarar og 41,3 milliónir dollarar.
Í mun til seinast so eru tríggjar fleiri kvinnur at síggja á Forbes-listanum hesaferð. Tennisspælararnir Serena Wiliams, Maria Sharapova og Li Na eru allar við í uppgerðini.
Síggj allan listan við ítróttarstjørnunum her