Tiger Woods fer á vøllin aftur

Besti golfspælarin í 21. øld hevur havt eina rættiliga turbulenta tilveru á privata hermótinum seinastu vikurnar, og hevur hann tí givið avboð til golfkappingar seinastu tíðina.

 

Men nú fer tann stóri golfsnillingurin aftur á vøllin. Fyrsta kappingin Tiger Woods fer at taka lut í, verður ein golfkapping í amerikanska deilríkinum, Arizona, sum nevnist Accenture Match Play Championship. Accenture var annars ein av sponsorunum, sum breyt sponsorsamstarvið við Tiger Woods, tá tað kom fram, at Tiger Woods hevði havt fleiri síðuspring.

 

Ivi var annars sáddur um Tiger Woods nakrantíð aftur fór at spæla golf aftur á høgum kappingarstøði. Men nú er heimsins besti golfspælari so klárur til at taka kappingina upp við heimselituna aftur.