Tiger Woods í bilólukku

Kendi golfspælarin er í løtuni undir skurð fyri skaðar í beinunum

Stóra søgan úr USA í dag er, at kendi golfspælarin, Tiger Woods, hevur verið í eini bilólukku. Hann var einsamallur í bilinum, tá hann koyrdi tvørtur um vegin og rendi útav. Tað skriva altjóða miðlar í dag.

Tað er eitt sindur ógreitt hvussu álvarsligur skaðin er, at tað er staðfest av umboðsmanninum hjá honum, at Tiger Woods er undir skurð og tað verður mett at verða fyri skaðar í beinunum.

Tiger Woods hevur fyrr rent á, og tað bleiv tað til eina heimsumfatandi gølu, har privatlívið hjá kanska besta golfspælaranum nakrantíð bleiv penslað út. Fyribils verður sagt, at talan í hesum førinum ikki hevur nakað annað undirliggjandi enn, at hann hevur koyrt útav.

##med2##
##med3##