Síðani tað fyri góðari viku síðani varð skrivað, at Tiger Woods hevði fingið av at vita frá svensku konu síni, tá hon í øði um ótrúskap hevði bukað hann við eini golfkúllu, tykist listin við frillum ongan enda at taka. Sambært ensku og amerikonsku miðlunum er talið nú komið upp á seks elskarinnur, sum hvør í sínum lagi hava greitt frá puttunum, sum Woods eisini ger uttan fyri golfbreytina. Nú stendur somikið illa til, at ráðgevarnir hjá Woods vilja hava hann at traðka fram í talkshow hjá Oprah Winfrey, soleiðis at hann á tann hátt kann byrja av nýggjum.