Tiger eingin sølumaður

Hóast Tiger Woods var heimsins besti golfspælari, tá hann var við í lýsingum fyri amerikanska bilmerki, Buick, er hann neyvan tann stóri sølumaðurin – í øllum førum ikki, um vit skulu trúgva nevndarliminum í General Motors, Bob Lutz. Hann sigur, at lýsingarnar neyvan góvu økta sølu, men at teir í Buick kanska eisini høvdu sín part av skyldini, tí Tiger Woods ikki fekk tað besta handritið, tá orðini skuldu leggjast honum í munnin.