Fransmaðurin Michel Fourniret, sum er skuldsettur fyri at hava misbrúkt og myrt sjey kvinnur í Fraklandi og Belgia í árunum frá 1987 til 2003, sýtti fyri at siga nakað um skuldsetingina, tá hann kom fyri rættin í gjár. Hann krevur, at dyrnar í rættinum skulu latast aftur, og tá dómarin bað tann skuldsetta siga, hvør hann er, svaraði Founiret, at hann segði einki, fyrr enn allir áhoyrararnir vórðu koyrdir. Men tað vildi dómarin ikki gera. Michel Fourniret hevur eisini vrakað allar verjarnar, sum rættarvaldið hevur tilnevnt honum.