Festivalurin við Múrin hevur í dag avdúkað, at heimskendi Dj?arin, Dj Tiesto, fer at framføra í Kirkjubø í summar. Dj Tiesto er úr Hollandi, og hevur framført sum dj?ari síðan 1995. Tiesto hevur veruliga gjørt um seg og hevur verið tilnevndur og vunnið eina ørgrynnu av heiðurslønum seinnu árini.
Millum tilnevningarnar er millum annað ein á Grammy Awards 2007, har Tiesto bleiv tilnevndur til Best Electronic Dance Album.
Í 2008 vann Tiesto heiðurlønina sum nummar eitt Dj hjá blaðnum Mixmag.
Tiesto hevur millum annað ljóðblandað løg hjá eitt nú Justin Timberlake og Maroon 5. Sum dj?ari má hann sigast at verða á A listanum, og í summar verður hann at hoyra og síggja í Kirkjubø.
Eldri málbólkurin eigur næstu avdúkingina
Dj?arar, popp og heavy metal er tað sum myndar skránna hjá festivalinum við Múrin hagartil, men fyrireikararnir siga, at næsta avdúkingin verður ætlað einum eldri málbólki.
- Vit hava avdúkað nógv nøvn, sum í høvuðsheitinum eru tilætla teimum ungu, men komandi avdúkingin verður til ein eldri málbólk, sigur Mark Joensen, stigtakari, við Planet.
- Festivalurin við Múrin er ein familjufestivalur, og tískil skulu vit sjálvsagt hava so fjøltáttaða skrá sum gjørligt, soleiðis at øll kunnu njóta tónleikin, sigur hann.
Nær næsta navn verður almannakunngjørt er enn ikki greitt, men stigtakararnir siga, at ætlanin er at avdúkað meira, so hvørt sum festivalurin nærkast.
- Vit hava longu avdúkað nógv nøvn, og vit mugu hava eitt sindur av krúti eftir, í tíðini sum eftir er til festivalin, sigur James Olsen við Planet.










