Tíðindaskriv

.

Í dag týsdagin 13. januar kl. 20.00 í skúlahøllini í Trongisvági fara Jógvan Hugo Hansen, sivilverkfrøðingur hjá Statoil í Noregi, og Unn á Lað, lesandi við Høgskolen í Stavanger, at kunna um arbeiðsmøguleikar og lestrarmøguleikar við atliti at oljuvinnuni í Noregi.

Kunningin er ætlað teimum, sum hava áhuga fyri arbeiði ella fáa sær útbúgving við atliti at oljuvinnuni. Við longu nú at ogna sær førleika innan hesa vinnina, verða møguleikarnir fyri at fáa arbeiði økt munandi, tá ið henda vinnan kemur til Føroya. Oljuvinnan er í dag vorðin tøkniliga framkomin, og tí krevur hon eisini ein annan førleika av arbeiðsmegini enn fyri 15 árum síðini. Tann tíðin er farin, tá ið vinnan tók fólk inn, sum ikki frammanundan høvdu eina ávísa útbúgving.

Jógvan Hugo Hansen fer millum annað at vísa á ítøkiligar arbeiðsmøguleikar í Noregi í dag innan oljuvinnuna.