Ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum Pentagon veit at siga, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er krabbasjúkur. Sagt verður, at hann hevur ólekiligan tarmkrabba.
Tað eru fregnartænastufrágreiðingar í Pentagon og í Ukraina, sum eru komnar til hesa niðurstøðu.
Hildið verður, at "hovna andlitið" á russiska forsetanum er tekin um, at hann fær kemoviðgerð ella tekur steroidir. Hansara andlitsbráð vísir, halda keldur, at hann hevur áhaldandi pínu.
Daily Star heldur, at heilsustøðan hjá russiska forsetanum kann hava gjørt hann meira áleypandi. Keldur siga, at forsetin nú fremur álopið á Ukraina, tí hann ynskir at hava eitt eftirmæli.
Ein fyrrverandi fregnartænastuleiðari, sum nú starvast í Pentagon, hevur sagt, at greiningar av tí 69 ára gamla forsetanum vísa, at hann er álvarsliga sjúkur.
- Áður sóu vit forsetan smíla, men í 2022 síggjast fáar myndin av honum, har hann er glaður, siga keldur, sum Daily Star hevur havt samband við.
Lagt verður aftrat, at hansara hvassa andlitsbráð helst hevur sín uppruna í, at maðurin hevur pínu, og tey eru mong, sum halda, at hann er álvarsliga sjúkur.
- Vladimir Putin hevur verið stúrin fyri koronu, og hann heldur sínar starvsfelagar í frástøðu, verður sagt.
Tað eru eisini serfrøðingar, sum halda, at hansara avbyrging í koronu-tíðini hevur ávirkað mentalu støðuna og heilsuna hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
##med2##