Maria Machado, sum býr í tí fjalda, tosar við viðhaldsfólk umvegis sína Instagram-kontu fyrr í ár. (Savnmynd). - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Tíðindafundur við friðar­virð­is­løn­ar­vinnara av­lýstur við stuttari freist

Nobel-stovnurin hevði ætlanir um ein tíðindafund við andstøðuleiðaran í Venezuela, sum livir í tí fjalda. Nú er tíðindafundurin avlýstur.

Maria Machado, sum býr í tí fjalda, tosar við viðhaldsfólk umvegis sína Instagram-kontu fyrr í ár. (Savnmynd). - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Tíðindafundur við venezuelanska andstøðupolitikaranum María Corina Machado, sum er fær Nobels friðarheiðursløn fyri 2025, er avlýstur.

Tað sigur Erik Aasheim, miðlafólk á Nobelstovninum, við norsku tíðindastovuna NTB. Hann segði ikki, hvør orsøkin var til avlýsingina.

Fyrr í dag varð greitt, at tíðindafundurin varð útsettur í óavmarkaða tíð.

Miðlafólkið legði afturat við NTB, at tað er eisini óvist, um tíðindafundur verður í morgin.

Hann segði ikki, nær Machado kemur til Oslo, ella um tað framvegis er ætlanin.

– Tað snýr seg um trygd og lív og deyða hjá henni. So tað eru upplýsingar, sum vit ikki kunnu siga nakað um, sigur Aasheim.

Tíðindafundurin skuldi eftir ætlan byrja kl. 13 í Oslo týsdagin. Sjálv virðislønarhandanin verður í morgin.

Andstøðuleiðarin, Machado, sum hevur livað í tí fjalda síðani 2024, hevur fingið ávaring um, at hon verður mett sum óynskt, um hon fer úr Venezuela.

Familjan hjá Machado er longu í Oslo.

Nobel-stovnurin hevur áður upplýst, at hann arbeiðir við teirri fortreyt, at Machado verður til staðar á tíðindafundinum. Men ógreitt hevur verið, um tað verður fysiskt ella talgilt.

Machado, sum er 58 ára gomul, er leiðari í andstøðuflokkinum Vente Venezuela, sum er í andstøðu til Nicolás Maduro, forseta. Hann hevur stýrt landinum við serliga harðari hond mótvegis andstøðu og atfinnarum síðani 2013.

Maduro varð av andstøðuni - og serliga María Corina Machado - ákærdur fyri at hava framt valsvik, tá hann vann forsetavalið í 2024.

Hóast hann var oddamaður í andstøðuni, fekk Machado ikki loyvi at stilla upp til valið. Edmundo Gonzalez Urrutia gjørdist andstøðuvalevnið í staðin.

Valmyndugleikin í landinum boðaði eftir valið frá, at Nicolás Maduro, forseti, var afturvaldur við 51 prosentum av atkvøðunum.

ST, ES, USA og ein røð av suðuramerikanskum londum hava funnist at atkvøðuteljingini.

Í uppskotinum til ársins friðarheiðursløn varð nógv tosað um amerikanska forsetan, Donald Trump, hvørs stjórn fleiri ferðir hevur sagt, at hann skuldi fáa hana.

Machado varð tó tilnevnd til friðarheiðurslønina av uttanríkisráðharranum hjá Trump, Marco Rubio, og hon vígdi skjótt friðarheiðurslønina til amerikanska forsetan, sum annars vil hava heiðurin sjálvur.

 

/Ritzau/NTB

 

 

 

Maria Machado, sum býr í tí fjalda, tosar við viðhaldsfólk umvegis sína Instagram-kontu fyrr í ár. (Savnmynd). - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix