Tíðindafundur um Jacob Vestergaard klokkan 13

Frágreiðingin frá kanningarstjóra um embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard verður løgd fram í dag

 

Í dag klokkan 13 verður tíðindafundur í Løgtinginum í sambandi við, at Ken Nónklett, kanningarstjóri, handar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu frágreiðing sína um umsitingina hjá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni, í sambandi við útlutan av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Frágreiðingin verður almenn á tíðindafundinum.