Tíðindafundur: Føroyar eru betri enn Litava

Tað sigur venjarin hjá Luksemborg, Luc Holtz, ið allar at spæla við øllum í morgin

Mynd: (Tróndur Arge) Frá vinstru: Andreas F. Hansen, Lars Krogh Gerson, Luc Holtz og miðlamaðurin hjá Luksemborg

Landsliðið hjá Luksemborg hevur havt tíðindafund á Tórsvølli, undan landsdystinum móti Føroyum í annaðkvøld. Á tíðindafundinum vóru venjarin, Luc Holtz, og Lars Krogh Gerson úr norska Kongsvinger.

 

Tað kom fram á tíðindafundinum, at landsliðið hjá Luksemborg yvirnáttaði í Bergen í Norra, tí tað ikki eydnaðist at lenda í Føroyum í gjár. Sum skilst, so var talan um royndan flogskipara á føroyaleiðini, men ikki ein flogfar, sum klárar meiri avbjóðandi umstøðurnar.

 

Í Luksemborg verður tosað fleiri mál, so tað skuldi til tíðir umsetast, fyri at kunna umsetast. Fyri føroysku miðlarnar var tað gott, at Andreas F. Hansen umsetti fyri Luksemborg. Hann er millum annað fyrrverandi landsliðsspælari í fótbólti.

 

- Tað hevur ikki ávirkað okkum so nógv, at vit blivu seinkaðir. Vit fingu vant í Norra og fingu góða hjálp, sigur Luc Holtz, ið ikki letur væl at undirlagnum í Litava, har Luksemborg vann 2-0 leygarkvøldið.

 

- Eg havi ikki verið á vøllinum og sæð undirlagið, men tað kann ikki verða verri enn tað í Litava. Vit hava vant á graslíkið seinastu dagarnar, so vit eru fyrireikaðir. Men eg eri vísur í, at undirlagið er betri enn í Litava, sigur landsliðsvenjarin hjá Luksemborg.

 

Hetta er drúgvasta landsliðsumfarið nakrantíð við fýra dystum upp á 10 dagar. Tí fáa landsliðsvenjararnir javnan spurningin, um teir hugsa meir enn ein dyst á gangin. Luksemborg skal møta Turkalandi næstu ferð.

 

- Eg haldi fyrst og fremst, at Føroyar er ein torførari uppgáva enn Litava. Føroyar eru eitt betri lið, so vit hugsa um hendan dystin fyrst. Tað er eisini ein meginregla hjá okkum, men síggja vit at tað eru fleiri troyttir spælarar til venjing í kvøld, so mugu vit taka eina avgerð út frá tí, sigur Luc Holtz, ið hevur virðing fyri føroyska liðnum.

 

- Føroyar hava spælt dystir móti Danmark, Skotlandi og Eysturríki, har teir hava tapt í evstu løtu. Tað sigur nakað um dygdirnar hjá Føroyum, men við sigrinum í Villinus hava vit trúgv upp á tað, sigur landsliðsvenjarin.

 

Á tíðindafundinum var eisini Lars Krogh Gerson, sum spælir í Kongsvinger í Norra. Hann vildi ikki siga, at Luksemborg var favorittur, men væntaði ein harðan dyst móti einum kropsliga sterkum føroyskum liðið.

 

Nations League landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg verður á Tórsvølli í morgin klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum millum Føroyar og Serbia klokkan 16.15, og síðani verður sent á Tórsvøll.

 

Mynd: (Tróndur Arge) Frá vinstru: Andreas F. Hansen, Lars Krogh Gerson, Luc Holtz og miðlamaðurin hjá Luksemborg