Landsdysturin móti Grikkalandi verður spældur fríggjakvøldið klokkan 21.45 lokala tíð. Í Grikkalandi eru tey tveir tímar frammanfyri føroyska tíð, og tí er dysturin klokkan 19.45 føroyska tíð.
Les eisini: Fyrsta gitingin um landsliðið
Hetta gevur tó landsliðnum ein trupulleika í Athen, tí tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð verður tað eitt stórt korter í midnátt. Tá nyttar helst lítið at fara tíðliga í song dagarnar upp til dystin, tí so er kroppurin ikki til reiðar til at spæla so seint á kvøldi.
Les eisini: Nøsablóð og ísposar í Athen
- Hetta er ein trupulleiki, sum vit arbeiða við. Á sjálvum dystardegnum, so sleppa spælararnir sjálvandi at sova leingi, sigur Jóannes Jacobsen, hjálparvenjari á landsliðnum.
Les eisini: Hoppandi til Athen
Hann ásannar, at tað hevur sínar avbjóðingar at skula spæla so seint á kvøldi.
- Eg hugsi serliga um bíðitíðina á dystardegnum. Tú fært ikki fari út og gjørt eitt hvørt, tí tú skal spæla dyst seinni um kvøld. Tá er tað umráðandi, at spælararnir ikki blíva for spendir í leypi av degnum, men heldur sláa kalt vatn í blóðið og slappa meiri av, sigur Jóannes Jacobsen víðari.
Les eisini: Viljormur og Gilli klárir aftur
Hann heldur ikki at hetta hevur verið ein trupulleiki í ár, men vísir á, at føroyskir spælarar eru vanir við at spæla sunnudag klokkan trý í føroysku kappingini.