- Tíðarætlanin skal halda

Í fjølmiðlunum hevur verið víst á, at arbeiðið við Marknagilsdeplinum hevur verið darvað, tí eftirlitið hjá Landsverki gjørdist varugt við, at tveir veggir vóru stoyptir ov smalir. Tað hevur ført við sær, at stóra byggiverkætlanin hevur verið órógvað seinastu tveir mánaðirnar, og helst fer hetta  at ávirka byggiverkætlanina.

 

Ótolandi hølisumstøður

Eingini ivi er um, at tørvurin eftir nýggjum miðnámsskúla er átrokandi neyðugur, tí hølisumstøðurnar mugu metast – fyri at siga tað milt - at vera ótíðarhóskandi. Serliga hava tað verið trupulleikar við blámusoppi, ið hava darvað skúlagongdina, tí fleiri næmingar hava liðið undir ymiskum ovurviðkvæmi. 

 

Seinastu árini hava næmingarnir tó livað undir fyribilsloysnum, har fyribilsskúlastovur hava verið settar upp, men tað hevur verið við tí fyri eyga, at nýggjur Marknagilsdepil skuldi standa klárur fyrsta skúladag í 2016. Tí má tað metast at vera óheppið, at byggiverkætlanin hevur verið darvað seinastu tveir mánaðirnar. 

 

Kostnaðarætlanin skal halda

Tað kemur mest sannlíkt at ávirka byggiverkætlanina, og har við eisini kostnaðarætlanina, tí um so er, at tryggingin hjá projekteringsfelagnum ikki rindar fyri seinkingarnar, verður landsstýrismaðurin noyddur at koma í Løgtingið við einari eykajáttan. Tað kann hava ávirkan á tíðarætlanina, tí Løgtingið hevur gjørt greitt, at Marknagilsdepilin skal vera klárur til fyrsta skúladag í 2016. Tí havi eg sett landsstýrismanninum í skúlamálum niðanfyri settu spurningar:

 

1. Arbeiði við Marknagilsdeplinum hevur verið darvað seinastu tveir mánaðirnar.

2. Hvørja ávirkan hava seinkingarnar á tíðarætlanina?

3. Verður Marknagilsdepilin klárur til skúlabrúks í 2016?

4. Heldur kostnaðarætlanin fyri Marknagilsdepilin?

 

Á Løgtingi, 21. januar 2015

Hanus Samró