Á aðalfundi hjá ÍF fyrr í vikuni tók Njál Reinert Petersen við sessinum, sum nýggjur formaður í ÍF.
Njál fegnast um, at fyrrverandi formaðurin, Magnus Jørmundson heldur fram í nevndini, nú sum kassameistari. Í nevndini eru eisini tvær kvinnur. Ella á Dalbø er næstforkvinna, og Sigrið Petersen er skrivari. Njál heldur, at tað vísur eina sanna styrki, at ÍF hevur eina breiða nevnd.
Njál hevur sum visjón, at ungdómsarbeiðið skal raðfestast hægri. Fíggjarligt varsemi verður eisini raðfest høgt.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Njál Reinert Petersen í seinnapartssendingini hjá Rás2.










