Útibarnagarður í Haraldssundi

Í januar letur Klaksvíkar kommuna í samstarvi við Kunoyar kommunu upp ein útibarnagarð, sum skal halda til í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Stovnurin verður undir dagstovninum Mylnuhúsið í Klaksvík og kemur í fyrstu atløgu at hýsa 20 børnum

Klaksvík:
Um hálvan januar letur ein útibarnagarður upp í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Stovnurin er eitt úrslit av eini samstarvsavtalu millum Klaksvíkar kommunu og Kunoyar kommunu.
Nýggi stovnurin kemur at taka 20 børn, sum skulu verða fylt fimm ár. Men leiðarin í Mylnuhúsinum, Hanna Thøgersen, sigur, at tey fara at byrja spakuliga.
? Í fyrstu atløgu fara vit bert at taka børn inn, sum skulu í skúla í summar. Í Mylnuhúsinum ganga átta børn, sum skulu í skúla í summar. Umframt at børn úr Kunoynni eisini koma at ganga har, greiðir Hanna frá.
Hon er nakað varin við at siga nakað nágreiniligt um nýggja stovnin, tí avtalan kom í lag fríggjamorgunin, so tað er avbera feskt enn.
Trý starvsfólk koma at arbeiða á stovninum fulla tíð, og sum sagt kemur stovnurin at hýsa 20 børnum. Men Hanna Thøgersen sigur, at tað verða ikki 20 frá fyrsta degi av. Nær væntast kann, at øll 20 børnini vera har, veit hon ikki at siga, sum nú er.

Gott hugskot
Hanna Thøgersen letur væl at hugskotinum við at lata upp útibarnagarð á bygd.
? Eg síggi upp á hetta soleiðis, at tað er stuttligt, at nøkur børn úr ein lítlum býi, sum Klaksvík, fáa møguleika til at sleppa á bygd. Bygdarlívið fer uttan iva at geva hesum børnunum nakað, sum vit eru farin frá í Klaksvík. Og harafturat haldi eg, at tað er stuttligt at smábygdirnar verða nýttar til slíkt, tí hetta fer uttan iva at seta gongd í bygdarlívið í Haraldssundi framyvir, sigur Hanna.
Hon hevur somuleiðis fingið ta fatan, at fólk í Haraldssundi gleða seg til stovnurin letur upp hálvan januar.
Orsøkin til tað er, at tá fyllir Mylnuhúsið fimm ár. Og heldur Hanna, at tað er eitt serstakt høvi til at lata útibarnagarðin upp til.
Við teimum 20 børnunum í Haraldssundi kemur tali á børnum, sum hoyra til dagstovnin Mylnuhúsið upp á 148 børn. Tey eru í øllum aldri heilt frá vøggustovu og til og við annan flokk, tí frítíðarskúlin hoyrir eisini undir stovnin.
Hanna stúrir tó ikki fyri, at stovnurin er við at gerast ov stórur.
? So longi sum vit kunnu varðveita smáu eindirnar, so trúgvi eg ikki, at tað bilar nakað, um fleiri børn leggjast afturat, sigur hon.

50 børn bíða
Tá hesi 20 børnini eru byrjað í nýggja útibarnagarðinum, standa eini knapt 50 børn eftir á bíðilista í Klaksvík, sambært Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í Sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð.
Fyrr í ár segði hon, at tey væntaðu, at bíðilistin fór at vera burtur við árslok ella at talan bert fór at verða um nøkur heilt fá. Men nú er greitt, at soleiðis verður ikki. Tað standa sum sagt 50 børn á listanum enn, og tey mugu bíða nakað enn.
? Tað eru komin fleiri børn afturat listanum enn, vit høvdu væntað fyrr í summar, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Barnaansingin í Klaksvíkar kommunu er vorðin ein rættuliga stórur postur á fíggjarætlanini við, at kostnaðurin er komin upp á 25 milliónir krónur. Inntøkurnar hjá kommununi liggja um 110 milliónir.
Klaksvíkar kommuna hevur sett 1,7 milliónir krónur av til barnaansing í 2004, og stovnurin í Haraldssundi kemur bert at kosta um helmingin av tí, so tað fer at koma okkurt tilboð afturat komandi ár, sigur Eyðgunn, sum er sera spent uppá, hvussu ætlanin um nýggja stovnin í Haraldssundi fer at verða móttikin.