Fleiri hava undrast á, at oddaliðini í landskappingini, B36 og HB, nú vilja knýta Jóan Símun Edmundsson at hópinum.
Les eisini: Oddaliðini vilja hava Jóan Símun
Søgurnar, um at Jóan Símun ikki heldur fram í AB, hava fingið bein at ganga á seinastu vikurnar. Sum skilst, so er talan serliga um oddaliðið í landskappingini, B36, og verandi FM vinnararnar úr HB.
Jóan Símun er sloppin inn á skúla í høvðusstaðnum og tí er líkt til, at hann spælir í føroyskum fótbólti komandi tvey árini. Tað ljóðar eisini, at AB og Jóan Símun skulu hava avgerandi fund í komandi viku, tí argjamenn ynskja at vita áðrenn flytingarvindeygað upp, um toftamaðurin er sinnaður at halda fram í AB.
AB í niðurflytingarstríðnum
Higartil hevur skiftið hjá Jóan Símuni Edmundsson til AB verið ein marra. Felagið hevur als ikki megnað, at bygt upp á góða formin í seinnu hálvu av farna kappingarári. Venjarin er skiftur og avrikini á vøllinum eru alt annað enn støðug.
Sjálvur hevur Jóan Símun verið skaddur og spælt millum lítið og einki. Hann hevur tó fingið tvey mál, men fyri hvørgan av pørtunum hevur talan verið um eitt gott skifti.
Jóan Símun Edmundsson hevur eitt landsliðspláss at verja, meðan AB stríðist fyri at yvirliva í bestu deildini. Skiftið sær bara ikki út til at ganga hvørgan av pørtunum í løtuni. Helst vil Jóan Símun spæla á einum meiri framrættaðum liðið, meðan AB hevur brúk fyri at fáa fullan valuta fyri hvørt oyra, sum teir brúka upp á spælarar.
Framherjin vísti tó í dag móti júst B36, at hann er millum bestu spælararnar í landinum. Hann var klárt besti maður á vøllinum og setti onkrar ferðir upp til fleiri B36 arar av, tá hann royndi seg við sínum eyðkendu dribblingum. Spurningurin er bara um tað er ov lítið og ov seint?
B36 trýr upp á FM
Tað var ikki meir enn akkurát, at B36 megnaði at halda upp á Adeshina Lawal og Lukas Cieslewicz eftir farna kappingarár. Lið sum HB, AB og Víkingur vóru eftir Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal, men báðir valdu at leingja.
Góða gongdin í landskappingini hevur givið árstalsfelagnum eina trúgv upp á meistaraheitið, sum kastar nógvar pengar av sær. Hópurin er nakað tunnur og tí er ein spælari sum Jóan Símun kærkomin.
Hann kann spæla á øllum framrættaðu plássunum og tað gevur B36 væl fleiri møguleikar at velja í millum. Tað sást millum annað aftur í dag, at B36 liðið hevur ikki møguleikan at skifta og fáa styrkt liðið.
Avloysari fyri Andrew
Eisini í HB fylgja tey gongdini hjá Jóan Símuni í løtuni. Sum skilst, so verður framherjin mettur sum ein natúrligur avloysari fyri Andrew av Fløtum, sum hóast eitt framúr kappingarár, nærkast endanum av síni yrkisleið sum fyrsta val í álopinum hjá HB.
Helst sær HB Jóan Símun sum ein líkanndi týpu sum Andrew. Umframt tað, so hevur HB góðar avloysarar á øllum plássum uttan á málmandspostinum og í álopinum. Fyrr í ár leigaði HB Heðin Stenberg úr AB, tá Teitur M. Gestsson var skaddur.
Seinasta umfar spældi HB við René Shaki Joensen, sum ikki kann lýsast sum framherji, í álopinum. Hóast Poul Ingason kom til felagið í vetur frá TB, so hevur ungi framherjin ikki sligið til enn. Hann hevur enn ikki spælt frá byrjan.
Sum støðan er í HB í løtuni, so er eisini í stand til at “pleyga” Jóan Símun um skaðin heldur fram at arga. Hetta tí felagið hevur spælarar at traka til í flestu førum.
B36 favorittur
Keldir hjá Miðlahúsinum vita at siga, at HB ikki metir seg kunna standa í kappingini við B36 um undirskriftina hjá Jóan Símuni, um hann velur at skifta frá AB.
Eitt annað, sum eisini spælir inn er, at Jóan Símun hevur sáttmála við AB árið út. Argjamenn hava havt nógvar útreiðslur av framherjanum, so tað verður ikki ókeypis at fáa Jóan Símun leysan av sáttmálanum.
Tað bleiv sagt, tá Jóan Símun skifti til AB, at argjamenn vóru sinnaðir at hjálpa Jóan Sìmun víðari, um hann skuldi royna seg uttanlands. Ógreitt er um tað eisini er galdandi fyri eitt føroyskt felag.
Spurningurin er so, um sannførandi avrikið í dag styrkir viljan hjá AB at halda upp á Jóan Símun, ella um viljan hjá B36 at knýta hann at hópinum, nú liðið liggur nummar eitt eftir 11 umfør?










