Teitur M. Gestsson hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við HB. Hóast feløg sum Víkingur og Vendsyssel hava verið upp á tal, so vil málverjin hjálpa HB aftur á beint
Les eisini:HB leingir við lyklaspælara
- Tú skal ikki undirmeta stoltleikan av at spæla fyri HB. Tað er størsta felagið í landinum. Eg vil gjarna vera við til at hjálpa HB aftur á beint, sigur Teitur M. Gestsson um orsøkina til, at hann hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið.
Teitur M. Gestsson er tann spælarin, sum hevur spælt flestar minuttir fyri HB í ár. 23 ára gamli málverjin hevur verið fyrsta val millum stengurnar, síðani hann kom til felagið í 2011.
Longri samrøða við Teit M. Gestsson í Mikudags-Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag
Tað hevur verið áhugi fyri honum í danska 1. deildarfelagnum, Vendsyssel. Eisini hevur ljóðað, at feløg sum Víkingur hava víst áhuga, men mánakvøldið gjørdi hann tvey ára sáttmála við HB. Eitt felag, sum er á vegamóti.
- Vit hava fleiri góðar ungar spælarar, sum eru á veg fram. Eg trúgvi uppá, at HB klárar at koma fyri seg aftur, og blíva til eitt felagið, sum kappast í oddinum, sigur Teitur M. Gestsson.
Nú hevur HB so gjørt sáttmála við Teit M. Gestsson og Bartal Wardum fyri komandi árini. Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, hevur fleiri ferðir víst á, at felagið í løtuni ikki kennir fíggjarliga grundarlagið til komandi kapingarár enn, og tí verður ikki gjørt ov nógv av enn.