Ein av heimsins mest eftirspurdu fótbóltsleikarum nú um dagar, 16 ára gamli Martin Ødegaard úr Noregi, varð í dag alment vístur fram sum Real Madrid-leikari á tíðindafundi í spanska høvuðsstaðnum. Her fekk hann skjótt spurningin um hví hann júst valdi Real Madrid ímillum øll stórfeløgini, sum vóru eftir honum.
- Orsøkin til at eg skrivi undir við felagið er, at eg haldi hetta vera besti møguleiki fyri at menna meg sjálvan, bæði ítróttarliga og persónliga. Eg kendi meg ógvuliga vælkomnan tá ið eg kom higar. Eg kendi meg beinanvegin heima, svaraði blaðungi normaðurin, sum sigur hetta vera stórt fyri seg:
- Hetta er ein dreymur. Tað er eitt sindur óveruligt at sita her og vera klárur at spæla fyri størsta felag í heiminum. Hetta er ógvuliga stórt fyri meg, ein æra. Eg merki einki trýst, men sjálvandi er tað munur á at spæla við Real Madrid og so Strømsgodset, segði Martin.
Tað er ætlanin, at Martin Ødegaard skal venja við bæði A- og B-liðnum. Hann er eyðmjúkur og sigur tað ikki hava skund at fáa debut á besta liðnum.
- Eg skal venja við A- og B-liðnum. Um Ancelotti hevur brúk fyri mær, so vil eg sjálvandi spæla, men nær tað verður er ikki so umráðandi. Tað kemur tá ið tað kemur. Eg haldi hetta vera ógvuliga spennandi og eg gleði meg bara at koma í gongd við at venja, segði Martin Ødegaard á tíðindafundinum í Madrid seinnapartin.