Tijs Michiel Verwest er borgarliga navn hansara. Maðurin kemur frá Hollandi og er ikki hvør sum helst. Tað hevur hann prógvað á palli fer eftir fer, og tað prógvaði hann eisini í Kirkjubø fríggjakvøldið.
Serligur maður og serlig krøv
Men Tiësto er eisini nakað fyri seg, tá hann ikki stendur á palli. Tiësto kom til Føroya í egnum flogfari. Maturin, ið hann skuldi eta áðrenn framførsluna, kundi ikki vera tann sami, sum hinir tónleikararnir ótu og varð tískil bílagdur aðrastaðni frá.
Somuleiðis kravdi hann, at allur vegurin frá Gomlu Rætt til Kirkjubø var fullkomiliga avbyrgdur, tá hann koyrdi oman, soleiðis at eingin annar bilur var á vegnum hesa løtuna.
Eisini á sjálvum pallinum hevði hann serlig krøv. Útgerðin, hann hevði við síðuna av sær fyri at hoyra tað, hann sjálvur spældi, svarar til somu útgerð, ið verður brúkt til eina hallarkonsert í Føroyum.
Eitt annað, ið eisini skilti hann frá flestu av hinum tónleikarunum við Múrin var, at einki myndafólk slapp fram at sjálvum pallinum, meðan hann spældi.
Fólkið elskaði hann
Men hóast krøv og ógvusliga útgerð, so prógvaði Tiësto, at hann er ein stjørna í sínum bólki. Dance og elektrotónarnir buldraðu úr kraftmiklu hátalarunum í samfullar tveir tímar, og fólki elskaði tað.
Við djúpum og jøvnum rútmum varð fjøldin pumpað upp, og saman við einum gjøgnumførdu ljósshowið var talan um eina nærum fullkomna framførslu, sum var heilt øðrvísi enn tað, Trentemøller borðreiddi við kvøldið fyri, men á ongan hátt aftanfyri.
Tiësto var cool og helt eina vissa fjarstøðu frá fjøldini, meðan Trentemøller hinvegin helt eina minni veitslu á pallinum. Fullkomiliga hvørt sítt, men eins og hjá Trentemøller, so var talan um eina gjøgnumførda og profesionella framførslu.