Tí spældi B68 í bláum

Tað var ein heilt serlig orsøk til, at B68 valdi at spæla í bláum sunnudagin

B68 tryggjaði sær sunnudagin enn eitt kappingarár í Betri deildini hjá monnum. Tað gjørdu teir við at vinna stóra grannadystin móti NSÍ við Løkin. B68 vann 3-1, eftir at NSÍ eitt stutt skifti var á odda 1-0.

 

NSÍ spælir í gulum og svørtum. Tí er einki forgjørt hjá B68 at spæla í sínum vanliga reyða og svarta búna, men sunnudagin valdu toftamenn at spæla í bláa eykabúnanum, hóast øll áskoðarafjøldin var í reyðum.

 

- Tað vóru dreingirnir, sum ynsktu tað og eg segði sjálvandi ja. Vit hava verið í bláum tvær ferðir í ár og hava vunnið báðar. Nú vinna vit fyri triðju ferð, so níggju stig í bláum. Nú er spurningurin um tað kemur at eita blái Pantarin, segði Jákup á Borg við FM eftir dystin.

 

Tað er ikki óvanligt, at ítróttarfólk eru pátrúgvin. Soleiðis var eisini í B68-leguni sunnudagin, sum fór til Havnar at eta, tí tað gjørdu teir seinast teir vunnu.

 

- Vit fóru eisini heim til mín at eta høsnarunga, tí tað gjørdu vit seinast við vunnu. Sjálvt um dysturin var við Løkin, so komu allir til Havnar at eta hørnarunga frá konuni hjá mær, Susi. Vit ítróttarfólk kunnu verða býtt upp á handan mátan, staðfesti Jákup á Borg.

 

Jákup á Borg væntast at gera nýggjan sáttmála við B68.

 

##ms##