Ungi landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad varð í dag leigaður út frá FC Midtjylland í bestu deildini til AC Horsens, ið dagliga leikar í næstbestu deildini.
Sonni Ragnar Nattestad greiðir frá, at útlitini fyri fastari spælitíð eru størri í AC Horsens, enn tey eru í FC Midtjylland.
- - Eg skifti, tí eg ynski at fáa meira spælitíð. Í AC Horsens komi eg at fáa fasta spælitíð á høgum stigið.
- - Eg havi eina vón um, at tá eg komi aftur til FC Midtjylland hava royndirnar í AC Horsens givið mær nóg mikið, til at eg kann fáa fast pláss í miðverjuni hjá FC Midtjylland.
Hann greiðir eisini frá at venjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen, sær góðar møguleikar í føroyska landsliðsleikaranum.
- - Venjarin er væl nøgdur við at fáa meg í hópin og hann metir at skifti hjá mær til AC Horsens er gott fyri mína menning sum fótbóltsspælari.
Sonni Ragnar Nattestad hevur í dag føðingardag. Ungi landsliðsleikarin verður 20 ár í dag.