Tí skiftir Rógvi til B36

Rógvi Poulsen nevnir serliga eina orsøk til at hann valdi B36

B36 boðaði í dag frá, at bæði Odmar Færø og Rógvi Poulsen skifta til B36. Odmar Færø hevur fyrr spælt við B36, meðan Rógvi Poulsen hevur spælt við bæði AB og HB. Høvðusorsøkin til at tað hesa ferð bleiv B36 er venjarin.


Les eisini: Enn ein profilur til B36

 

- Eg havi altíð hildið B36 verða eitt spennandi felag og nú, tá ið Sámal Erik Hentze er venjari, er tað mestsum upplagt at royna B36. Eg havi havt Sámal Erik sum venjara tvær ferðirnar áður og okkara samstarv hevur eydnast ótrúliga væl, sigur Rógvi Poulsen við in.fo.

 

Tað spælir eisini inn, at B36 er við í oddastríðnum í landskappingini.

 

- B36 kappast eisini í tí stuttliga endanum á stigatalvuni. Teir hava somuleiðis nógvar spennandi leikarar á liðinum, sigur Rógvi Poulsen, sum fyribils spælir árið út við B36.

 

Les eisini: Landsliðsspælari til B36

 

Rógvi Poulsen spældi bæði í HB og í AB undir Sámal Erik Hentze. Sum skilst, so vóru AB eisini áhugaðir at fáa Rógva.