Tí skiftir Árni Guldborg til AB

Les hví miðvallarin fer at royna eydnuna á Argjum.

Tann 22 ára gamli Árni Guldborg Nielsen hevur tikið avgerð um at royna fótbóltseydnuna hjá AB á Argjum. Árni Guldborg hevur annars altíð spælt við barndómsfelagi sínum, B36, heilt fram til nú, men grundar sína avgerð um at skifta felag við, at hann ynskir sær meira spælitíð.

 

- Eg eri blivin 22 ára gamal og havi hug at fáa meira spælitíð. AB er eitt spennandi felag, og eg kenni fleiri av teimum verandi leikarunum, so tað fer helst at rigga væl, sigur Árni Guldborg Nielsen í viðmerking við in.fo.

 

Í fyrstu syftu er talan um leigusáttmala ímillum AB og Árna Guldborg Nielsen, sum er galdandi til í summar.

 

Nýggi leikarin hjá AB venur á fyrsta sinni við í kvøld.

smile emoticon