Tí sigur Skálafjørðurin kortanei

Tað eru fleiri, sum seinnu árini hava mælt frá at byggja brúgv millum Strendur og Saltnes - og í gjár sóu allir føroyingar, hví kommunurnar við fjørðin ikki vilja hoyra talan um brúgv.

Í januar í 2006 hevði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, grein í Sosialinum, har hann fýltist á tilmælið hjá Landsverki um at byggja eina stabbabrúgv millum Saltnes og Strendur í samband við ætlaða tunnilssambandið millum Toftir/ Strendur og meginøkið.

 

Regin Jacobsen kemur til ta niðurstøðu, at Landsverk heldur tað hava størri týdning, at fólk kunnu súkkla yvir um Skálafjørðin heldur enn, at fjørðurin kann brúkast til vinnuligt virksemi.

 

- Ein slík brúgv fer, hóast hon er yvir 50 metrar høg, at avmarka møguleikarnar við Skálafjørðin, bæði viðvíkjandi høgum skipum og útgerð til oljuvinnuna.

 

Regin vísti á, at útgerðarskip til oljuvinnuna kunnu lættliga vera oman fyri 50 metrar høg og boripallurin, sum á sumri 2006 skuldi bora undir Føroyum, var oman fyri 200 metrar høgur.

 

- Um ein rúgva av slíkum verður undir Føroyum um eini 10-20 ár, er væl ikki óhugsandi, at slík før hava tørv á at koma inn til eina stóra havn í Føroyum, og tá er Skálafjørðurin sjálvandi fyrsta og besta boðið, skrivaði stjórin á Bakkafrosti.

 

Á viðheftu mynd, sum er av heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu, liggur boripallurin á leiðini, har Landsverk í sínari tíð mælti til at byggja ætlaðu stabbabrúnna.

 

Boripallurin West Hercules, sum kom inn á Skálafjørðin seinnapartin í gjár, er, sum skilst, 128 metrar høgur, og hann hevði tí ongan møguleika havt at sloppið inn á fjørðin, um ein brúgv var millum Saltnes og Strendur.